Nú er greitt, at tað verður Dagfinn Forná, ið dømir finaluna um Løgmanssteypið, og Áki Leitisstein Hansen dømir steypafinaluna hjá kvinnum
——————
Komandi vikuskifti, leygardagin 29. oktober verður Tórsvøllur karmur um ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum.
Og nú er greitt, at tað verður Áki Leitisstein Hansen, ið skal døma finaluna hjá kvinnum. Afturat honum verða Jógvan Breckman og Emil Sørensen hjálpardómarar, og 4. dómari verður Heini Viðoy.
Dómari í finaluni um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum, verður Dagfinn Forná. At hjálpa sær á síðulinjunum fær hann Jan Hermansen og Niklas Petersen, og 4. dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.
Steypafinalan hjá kvinnum, sum í ár er millum KÍ og HB, byrjar klokkan 15:00, og klokkan 19:00 fara menninir hjá KÍ og Víkingi á vøllin at dystast um Løgmanssteypið.
Atgongumerki til steypafinalurnar fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Fyrrapartin mánadagin vóru áleið 3.300 atgongumerki seld.
Kunning
Greinin er rættað týsdagin 25. oktober 2022