Sjálvt um fótbólturin liggur stillur í øllum Evropa í hesum døgum, so ræður um at halda kropsliga støðið við líka. Og fyri Viljorm Davidsen inniber tað millum annað, at hann venur einsamallur, tveir tímar um dagin


– Ein stórur partur av at vera professionellur fótbóltsspælari, er at venja nógv einsamallur. Og tað krevur at man hevur góða disiplin og er sterkur mentalt. Fyri meg er sjálvvenjing eingin trupulleiki, og tað sum serliga drívur verkið í hesum døgum er, at vit eru nummar 1 í kappingini, og liggja til uppflyting til Superliguna, sigur Viljormur Davidsen, sum venur einsamallur, tveir tímar um dagin, samstundis sum hann kann njóta góða útsýnið yvir býin.

Í hesum døgum er gerandisdagurin hjá teimum flestu eitt sindur annaðleiðis, og fyri Viljormur í Heiðunum Davidsen, sum spælir fyri danska felagið, Vejle Boldklub, er hetta einki undantak. Viljormur er familjumaður, og saman við unnustuni eigur hann trý børn. Hann hevur tískil nokk at takast við hvønn dag.

– Vit fara tíðliga upp, og royna alla tíðina at hava eina dagliga rútmu, sjálvt um øll eru heima. Tað er eisini øgiliga viktugt, at børnini eru virkin, so vit plaga at ganga túrar, spæla fótbólt og annað. Annars hugna vit okkum, og royna at fáa tað besta burturúr, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá FSF, og leggur afturat, at felagið krevur nógv av teimum, nú næstfremsta deildin í Danmark liggur still.

– Teir krevja, at vit eru seriøsir hesa tíðina. Vit liggja nummar 1 í kappingini, og teir vænta tí eisini av okkum, at vit venja meir og betri enn mótstøðuliðini.

NSÍ og landsliðið
Viljormur í Heiðunum Davidsen er uppvaksin í Runavík, sum millumnavnið eisini ber boð um. Øll barnaárini spældi hann fótbólt við NSÍ, men longu sum 15 ára gamal fór hann til Danmarkar at royna seg. Í 2012 var Viljormur tó aftur við Løkin í eitt stutt tíðarskeið. Hetta árið spældi hann tríggjar dystir fyri barndómsfelagið, áðrenn hann aftur fór av landinum. Kortini fylgir Viljormur væl við í øllum tí, sum fyriferst í føroyskum fótbólti.

– Mær dámar væl at fylgja við í heimligu kappingunum, har eg serliga fylgi væl við barndómsfelagnum. Eg havi fleiri vinmenn sum spæla við NSÍ, men eg havi eisini nógvar vinmenn, sum spæla við øðrum liðum. So jú, eg fylgi væl við, og eg vænti eina spennandi kapping aftur í ár, sigur Viljormur Davidsen, sum eins og allir hinir landsliðsspælararnir gleðir seg til Nations League.

– Eg haldi at vit skulu fara inn til hvønn dyst við nógvum sjálvsáliti og vilja. Vit eru í bólki saman við londum, sum vit hava vunnið á áður, so tað ber væl til. Vit skulu tora at seta okkum høg mál, sigur Viljormur Davidsen at enda.

Í UEFA Nations League eru Føroyar í bólki D1 saman við Malta, Andorra og Lettlandi. Dystirnir verða spældir í september, oktober og november.