Sunnudagin fekk Petur Knudsen sínar fyrstu minuttir á vøllinum fyri A-landsliðið, og sum heild er ungi runavíkingurin væl nøgdur við sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar
——————
Í Eysturríki er navnið Knudsen als ikki ókent. Fyri 31 árum síðan var Jens Martin Knudsen ein av høvuðsorsøkunum til, at allur fótbóltsheimurin varð skelkaður, tá føroyska A-landsliðið við monnum vann 1-0 á Eysturríki í EM-undankappingardysti.
Og farna sunnudag var føroysk fótbóltssøga aftur skrivað. Hesaferð var tað sonur mannin við topphúgvuni, Petur Knudsen, ið fekk sínar fyrstu minuttir fyri A-landsliðið, og mótstøðuliðið var aftur hesaferð Eysturríki.
– Tað var ein góð kensla at fáa sínar fyrstu minuttir sum A-landsliðsspælari. Tað hevur eisini leingi verið ein dreymur og eitt mál, ið eg havi sett mær. So ja, eg eri glaður fyri at Håkan Ericson gav mær møguleikan, sigur Petur Knudsen við heimasíðuna hjá FSF.
HM-undankappingardysturin á Ernst-Happel stadion sunnudagin endaði við 3-1 sigri til Eysturríki, eftir at Sonni Ragnar Nattestad annars legði føroyar á odda stutt áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin.
Fótbóltsspælarar eru ongantíð nøgdir við eitt tap, men Petur Knudsen heldur kortini, at føroyska liðið kann taka nógv positivt við sær úr dystinum móti eysturríkarum, sum í løtuni hava eitt rættuliga sterkt landslið.
– Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við úrslitið, men eg haldi at innsatsurin var í lagi, og vit hava nógv gott at byggja á í hesum hópinum. Eg ivist heldur onga løtu í, at vit fara at fáa nøkur stig afturat í hesari undankappingini, sigur Petur Knudsen.
Tíðliga týsmorgunin setir føroyska landsliðið kós ímóti Glasgow í Skotlandi, har triðji HM-undankappingardysturin í hesum umfarinum verður spældur mikukvøldið klokkan 19:45.