Føroyski landsliðsmálverjin í FH í Íslandi, Gunnar Nielsen roynir sum frægast í hesum døgum at halda seg í form. Allar venjingar í felagnum eru steðgaðar, og tí eru bara sjálvvenjingar á skránni


– Eg vænti at mín dagligdagur er sum hjá teimum flestu í hesum døgum: – Undantikið tá eg eri til arbeiðis ella til handils, so eri eg heima. Men tað ræður eisini um at njóta hesar dagarnar saman við konuni og dreingjunum, sigur føroyski landsliðsmálverjin úr Reykjavík.

Seinastu fýra árini hevur 33 ára gamli Gunnar Nielsen spælt fótbólt í Íslandi. Harafturat arbeiðir hann eisini hjá Smyril Line Cargo, við ábyrgd av øllum tí, sum íslendarar innflyta umvegis føroyska flutningsfelagið.

– Ein vanligan dag fari eg til arbeiðis klokkan níggju, síðani til venjing klokkan hálvgum ellivu, og so aftur til arbeiðis klokkan tvey seinnapartin. Men sum støðan er í løtuni, verði eg noyddur at arbeiða heima, samstundis sum vit ikki hava møguleikan at brúka umstøðurnar hjá FH.

– Vit hava fingið eina venjingarætlan frá felagnum, og henni fylgi eg rættuliga væl, tí mær dámar væl at venja, og haldi sjálvur, at eg havi góða disiplin til sjálvvenjingar. Men at renna í øllum kavanum, sum hevur ligið í Íslandi seinastu tíðina, er heilt ræðuliga óinteresant. Tí royni eg at venja so nógv sum tilber heima við hús, sigur landsliðsmálverjin við heimasíðuna hjá FSF.

Gunnar Nielsen hevur ongan dyst spælt í vaksnamannadeildini í føroyskum fótbólti, tí longu sum 15 ára gaml fór hann uttanlands at royna síni málmansevni. Kortini fylgir hann rímuliga væl við í kappingini í Føroyum, og hyggur eisini javnan eftir dystum, sum verða stroymdir.

– Jú, eg fylgi væl við. Eg síggi kanska ikki so nógvar dystir, sum eg kundi hugsað mær, men frálíkt at hava møguleikan at stroyma, sigur Gunnar Nielsen, ið seinastu ellivu árini hevur verið fastur partur av føroyska A-landsliðnum, og farnu átta verið fyrsta val hjá venjarunum.

Landsliðið fyllir tí nógv hjá Gunnari, og hann gleðir seg til dystirnar í Nations League, sum verða í heyst.

– Eg eri væl nøgdur við lutakastið. Tað var gott at komu í bólk við fýra londum, og eg haldi at vit hava góðan kjans at vinna bólkin. Men vit mugu als ikki halda, at tað verða nakrir lættir dystir, tí hini londini hugsa allarhelst nøkulunda tað sama, og tey vilja heilt sikkurt fyrst og fremst vinna á Føroyum, sigur Gunnar Nielsen at enda úr Íslandi.

Føroyar eru í bólki D1 í UEFA Nations League, saman við Malta, Andorra og Lettlandi. Dystirnir verða spældir í september, oktober og november.

Kavin er burtur eina løtu, men síðstu tíðina hevur annars nógvur kavi ligið á Reykjavíkarleiðini – Mynd: Privat