Tað sigur landsliðsmálverjin Monika Biskopstø, sum víð síðuna av fótbóltinum er læknalesandi í Aalborg. Umframt at arbeiða drúgvar náttarvaktir sum vikarlækni á pandemideild, hjálpir hon eisini til, har hon kann í danska sjúkrahúsverkinum í hesum døgum
Her heima kenna vit best Moniku sum landsliðsmálverja. Ungdómsárini spældi hon við KÍ, og hon hevur umboðað Føroyar á U17, U19 og A-landsliðnum. Seinastu árini hevur hon tó verið búsitandi í Aalborg, har hon lesur til lækna og spælir fóbólt við AaB. Hjá Moniku ávirkar koronakreppan sostatt ikki bert fótbóltslívið, men sanniliga eisini lestrar- og arbeiðslívið.
– Mín gerandisdagur kann lýsast sum eitt sindur kaotiskur. Eg taki kandidatútbúgvingina í medisin nú, og sum øll onnur hava vit ikki fyrilestrar meira. Í staðin eru vit runt á ymsu deildunum á sjúkrahúsinum og hjálpa til, har vit kunnu, greiðir Monika frá.
Við síðuna av lestrinum hevur Monika eisini starv sum vikarlækni á pandemideildini P7 á Aalborg Universitetshospitali, og tí stendur hon í sínum arbeiði andlit til andlits við smittuna, sum hevur rakt danska samfelagið sera meint.
– Eg havi 18 tíma langar náttarvaktir, sjúklingarnir á deildini eru sera sjúkir og eru møguliga smittaðir við korona. Tað merkir, at teir ikki kunnu innleggjast á teirra stamdeild, fyrr enn staðfest er, at teir ikki hava korona, og so liggja teir hjá okkum, inntil svar er komið, sigur Monika Biskopstø.
Hóast læknayrkið heldur Moniku vakna nógvar nætur, so raðfestir hon eisini venjingina høgt, nú liðvenjingar og dystir ikki eru á skránni.
– Tað er sjálvandi ringt at halda motivatiónina, tá man ikki veit, hvussu langur steðgurin verður, men eg raðfesti venjingina høgt. Vit hava fingið eitt skema frá AaB, har tað er blandað styrkivenjing, renning og venjing við bólti. Harumframt hava vit videofund umleið eina ferð um vikuna, har ein av venjarunum eisini er við. Har dagføra vit frá vikuni og fáa eina nýggja venjingarætlan, um vit eru troyttar av tí gomlu. Tað hevur riggað væl higartil.
Sum lesandi, læknavikarur og fótbóltsleikari við nógvari venjing hvørja viku, eru ikki altíð so nógvir tímar eftir til annað frítíðarvirksemið, men Monika fylgir tó framvegis væl við í føroyskum fótbólti. Hon er sum nevnt uppvaksin í Klaksvík og KÍ, og í fjør var hon eitt skifti heima og vardi málið hjá føroyameistarunum í tríggjar dystir. Tað er tí eisini teimum bláu, hon fylgir mest.
– Mær dámar væl at fylgja við hjá bæði kvinnunum og monnunum í Føroyum, og har er tað sjálvandi KÍ, sum eg hyggi mest eftir, sigur Monika Biskopstø at enda.