– Sjálvt um man onkuntíð ikki tímir so væl at venja, so má man bara hugsa, at tað, sum eg geri nú, fer at geva úrslit seinni. Soleiðis sigur Margunn Lindholm um sjálvvenjingina, sum saman við lestrinum fyllir hennara gerandisdag í løtuni


Kappingarárið 2018 gjørdist eitt kanónár hjá Margunn Lindholm. Hon vann greipuna við EB/Streymi/Skála, og varð kosin ársins leikari hjá kvinnum. Hetta var eisini árið, har hon skoraði eitt av vakrastu frásparksmálum, sum nakrantíð eru skotin á Tórsvølli – sigursmálið í steypafinaluni, sum EB/Streymur/Skála vann á HB. Árið eftir flutti Margunn til Danmarkar at lesa til laborant, og fótbóltsevnini koma nú til sín rætt í danska felagnum Sundby Boldklub, umframt á føroyska A-landsliðnum.

Sum hjá okkum øllum, er gerandisdagurin hjá Margunn nógv broyttur hesa seinastu tíðina, bæði tá tað snýr seg um skúlalívið og venjingarmøguleikarnar.

– Frá at fara tíðliga upp hvønn morgun í skúla, fyrst við súkklu og síðani við toki út til Roskilde, har skúlin liggur, er undirvísingin nú á netinum. Tað í sær sjálvum er ein avbjóðing og ein stór broyting. Vit fáa nógvar uppgávur at gera, nú vit tíverri ikki kunnu arbeiða á rannsóknarstovuni. Tann parturin fyllir annars meira enn helvtina av útbúgvingini, so vit eru øgiliga hart rakt.

– Eftir undirvísing og skúlating, plagi eg at venja. Antin styrkivenjing ella fara ein rennitúr, fyri at halda meg í gongd. Annars so er ikki so nógv annað at gera, enn at hugna sær saman við familjuni, sum er tað positiva í hesum tíðum, sigur Margunn við heimasíðuna hjá FSF.

Hóast málsøkni miðvallarin saknar at venja saman við liðfeløgunum, so er tað ikki trupult at fáa sjálvvenjingina í lag, tí hon sær tað sum eina venjingarliga íløgu í framtíðina.

– Jú, eg haldi eg havi fína disiplin til at venja sjálv. Men sjálvandi kann tað onkuntíð verða eitt sindur tungt og demotiverandi at venja einsamøll. Serliga tá man ikki eingongd veit, nær man sleppur at venja aftur sum eitt lið, og heldur ikki veit, nær kappingin byrjar. Tað týdningarmesta er, at man bara ger okkurt, tí alt ger mun. Sjálvt um man onkuntíð ikki tímir so væl at venja, so má man bara hugsa, at tað sum eg geri nú, gevur úrslit seinni, sigur hon.

Venjingarætlanir og videovenjing
Hugflogið hevur fingið frítt spæl í seinastuni, tá tað ræður um sosiala samveru á netinum. Eitt nú eru fleiri røsk at skipa fyri sokallaðum ”live” venjingum á netinum, har tú kanst venja heima á stovugólvinum við at fylgja einum instruktøri á eitt nú facebook. Og hetta hevur Margunn tikið til sín sum ískoyti til venjingarætlanirnar, hon hevur fingið frá føroyska landsliðnum og danska felagnum hjá sær.

– Vit hava fingið onkrar venjingar frá felagnum og landsliðnum, sum vit skulu gera, nú vit ikki hava møguleika fyri at venja saman. Vit hava fingið styrkiøvilsir, stabilitetsøvilsir, og renniætlanir. Eg haldi tað vera ordiliga deiligt, at man hevur okkurt at fyrihalda seg til, og man veit akkurát, hvat man skal gera.

– Men tað, sum eg haldi vera mest motiverandi og stuttligt, er at venja við teimum, sum hava ”live” venjingar á netinum. Har fær man eisini styrki og pulsin upp, og so er tað altíð gott, at onkur annar pressar teg. Tað gevur eitt eyka ”kick” til at pressa seg meira, greiðir Margunn frá.

Væntar eitt spennandi kappingarár
Margunn Lindholm er uppvaksin í Saltnesi og spældi fyrstu árini við B68, áðrenn hon í 2013 gjørdist partur av felagsliðnum hjá EB/Streymi og Skála. Hóast hon ikki spælir fótbólt í Føroyum í løtuni, so gleðir hon seg sera nógv, til føroyska landskappingin endiliga verður bríkslað í gongd.

– Eg fylgi við í føroyskum fótbólti, bæði hjá kvinnum og monnum, og tað verður spennandi at vita, hvussu kappingin hjá kvinnum fer at síggja út í ár. Ymisk skifti hava verið, og eitt nýtt lið (NSÍ red.) er komið við aftur í kappingina, so eg rokni við, at tað verður eitt spennandi kappingarár.

– Man hevur eisini altíð glett seg til sunnudagar at síggja menninar spæla, men tíverri veit man ikki ordiliga enn nær tað verður. Eg bíði bara spent, til fótbólturin fer í gongd aftur, og man kann hava okkurt at gleða seg til í vikuskiftunum, sigur Margunn Lindholm at enda.

Margunn Lindholm hevur spælt 15 A-landsdystir og 14 ungdómslandsdystir fyri Føroyar.

Margunn Lindholm venur í túninum heima í Saltnesi – Mynd: Privat