– Vit eru so smátt byrjaðir at venja aftur, men eru í mesta lagi fýra spælarar til hvørja venjing. Seinastu dagarnir hava annars verið lítið áhygaverdir, við nógvum heimaarbeiði og sjálvvenjingum, sigur Rógvi Baldvinsson, ið møtir til arbeiðis hvønn morgun klokkan hálvgum seks
Sum fimm ára gamal flutti hann saman við foreldrunum til Norra at búgva. Gamaní bar til at flyta Rógva úr Føroyum, men tað hevur ongantíð borið til at flutt Føroyar úr Rógva. Hann fylgir eisini væl við gongdini í føroyskum fótbólti, og sær so gott sum allar dystir hjá millum annað kvinnulandsliðnum og yngru landsliðunum, tá høvið bíðst, og Rógvi hyggur eisini javnan eftir dystum, sum verða stroymdir í Betri Deildini.
– Eg eri B36’ari, og fylgi væl við, hvussu gongur hjá teimum. Men eg hyggi eisini eftir nógvum øðrum dystum, nú møguleiki er at stroyma føroyskan fótbólt, sigur Rógvi Baldvinsson, ið spælir fyri norska 2. deildarliðið, Bryne FK.
Felagið er sambært Rógva væl fyri fíggjarliga, men um hendan gongdin heldur fram, er ikki óhugsandi, at fleiri norsk fótbóltsfeløg kunnu koma illa fyri. Rógvi Baldvinsson er kortini við gott mót, og fylgir øllum ráðum og boðum, ið felagið kemur við.
– Vit eru so smátt farnir undir skipaðar venjingar aftur, og í fyrstu atløgu eru vit í mesta lagi fýra spælarar saman. Annars hava vit havt fult venjingarprogramm hvønn dag, men hava ikki kunna brúkt umstøðurnar hjá felagnum, tí alt hevur verið stongt. Í staðin hava vit vant sjálvir.
– Felagið brúkar eina app, har vit síggja á video, hvat fyri venjingar vit skulu gera. Síðani bleiv vant eftir tí, og aftaná skuldu vit skriva eina frágreiðing um hvat vit gjørdu, og hvussu formurin var.
Dagurin hjá Rógva Baldvinsson byrjar annars tíðliga um morgunin, og longu klokkan fimm ringir vekjarin. Hann møtir til arbeiðis klokkan hálvgum seks, og frá klokkan 6 til 10 er hann at hoyra í “JærRadioen” (www.jaerradioen.no).
Skráin í útvarpssendingunum hjá Rógva er sera fjølbroytt, og minnir sendingin um “Góðan Morgun Føroyar” í Kringvarpi Føroya. Men sum støðan er nú, verður eisini arbeitt nógv heimanífrá í hesum døgum. Rógvi er tó róligur í sinn, og letur seg ikki so lætt ávirka.
– Umstøðurnar her í Stavanger eru góðar, og landslagið er ikki ólíkt Føroyum, við vakrari náttúru. Tað er tí ikki ringt at fara ein rennitúr, og bara njóta løtuna, og “vera í sínari egnu boblu”. Um vit eru fleiri, sum renna saman, so skulu vit í mesta lagi vera fýra, greiður Rógvi frá.
Rógvi Baldvinsson hevur spælt 45 A-landsdystir fyri Føroyar, og skotið fýra mál. Hann vónar sjálvandi at fáa fleiri dystir fyri føroyska landsliðið, og sær eisini við spenningi fram ímóti Nations League, sum verður í heyst.
– Eg haldi at vit skulu taka á okkum leiklutin sum favorittar, og so skulu vit fara eftir at vinna bólkin. Eingin ivi um tað. Men tað verður ikki lætt. Vit hava vunnið á øllum hesum londunum fyrr, men tey hava eisini ment seg seinastu árini. Hetta skal nokk blíva ein spennandi kapping, sigur Rógvi Baldvinsson at enda.
Í komandi UEFA Nations League kapping eru Føroyar í bólki D1, saman við Malta, Andorra og Lettlandi. Dystirnir verða spældir í september, oktober og november.