Atgongumerkjasølan til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum gongur væl, og fyrstu 12 tímarnar sølan hevur verið opin, eru næstan 2.000 atgongumerki seld

——————

Tað ræður um at skunda sær, um ein ætlar sær atgongumerki til ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum, sum verða á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.

Fríggjamorgunin klokkan tíggju lat atgongumerkjasølan upp, og seint seinnapartin fríggjadagin vóru næstan 2.000 atgongumerki seld.

Í samband við finalurnar er Tórsvøllur býttur upp á bólkar, so viðhaldsfólkini hjá hvørjum einstøkum liðum sita saman.

Víkinga viðhaldsfólk halda til í bólkunum 101 til 104, KÍ viðhaldsfólk halda til í bólkunum 105 til 108, og HB viðhaldsfólk halda til í bólkunum 114 til 116. Síðan eru bólkarnir 109 til 113 ætlaðir øðrum fótbóltsfjepparum.

Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin fyri eitt atgongumerki er 100 krónur, og er hetta galdandi fyri bæði vaksin og børn, og gevur atgongd til báðar dystirnar. 

Finalan hjá kvinnum verður bríkslað í gongd klokkan 15:00, og klokkan 19:00 verður finalan um Løgmanssteypið.

Á Tórsvølli er pláss fyri 5.183 áskoðarum.