Anna Katrina Poulsen, Bjørk Mariusardóttir og Sara Benjaminsen stóðu fyri málunum, tá Skála mikukvøldið vann 3-0 á KÍ í steypafinaluni fyri Gentur U13

——————

Mikukvøldið var finalan í steypakappingini fyri Gentur U13 á skránni, og Skála, sum farna vikuskiftið vann føroyameistaraheitið, lat ongan iva vera um, hvønn veg sigurin í finaluni skuldi fara, har KÍ var mótstøðuliðið.

Úrslitið gjørdist 3-0 til skálagenturnar, sum skoraðu øll málini áðrenn steðgin. Anna Katrina Poulsen legði Skála á odda 1-0 tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, og so gekk skjótt. Bjørk Mariusardóttir økti um leiðsluna fýra minuttir seinni, og bara tveir minuttir eftir tað, skoraði Sara Benjaminsen til 3-0 við beinleiðis frísparki.

Í seinna hálvleiki royndi KÍ at leggja trýst á skálaverjuna, og tær kongabláu koma eisini fram til onkrar góðar støður. Men verjan hjá appelsingulu skálagentunum stóð væl, samstundis sum málverjin, Anna Mikkelsen var á røttum stað, tá boð vóru eftir henni.

Aftaná dystin var Sara Benjaminsen hjá Skála kosin til dagsins spælara.

Fimm av átta steypafinalum í ár eru nú spældar. HB hevur vunnið tvær (U21 og Dreingir U15), meðan B36 (Dreingir U17), Víkingur (Dreingir U13) og Skála (Gentur U13) hava vunnið hvør sína finalu.

Frígggjadagin 21. oktober klokkan 18:00 verður finalan um Eilif Arge steypið, sum er steypakappingin fyri Gentur U16, og leygardagin 29. oktober verða finalurnar hjá kvinnum og monnum. Klokkan 15:00 spæla KÍ og HB finaluna í steypakappingini hjá kvinnum, og klokkan 19:00 fara KÍ og Víkingur á vøllin at dystast um Løgmanssteypið.

Atgongumerki til finalurnar hjá kvinnum og monnum fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Myndir: Bjarni Enghamar