Mánadagin spældi føroyska eLandsliðið seinna umfar í UEFA eEURO 2020 undankappingini. Føroyar endaðu á 4. plássi, frammanfyri Andorra og Wales, meðan Italia vann bólkin
– Hetta gekk sum væntað. Vit vóru betri fyrireikaðir til seinna umfar, og sum heild gjørdist talan um eitt heilt gott avrik. Samstundis duga vit væl at síggja, hvar vit skulu betra okkum, sigur Heðin Egholm Skov, ið saman við Virgar Trondesen mannar føroyska eLandsliðið.
Seinnapartin mánadagin varð seinna umfar í UEFA eEURO 2020 undankappingini spælt. Føroyska liðið vann ímóti Wales og Andorra, men tapti síðani fyri Ukraina, Italia og Montenegro.
Italiumenn endaðu fremst við 25 stigum, og fara beinleiðis víðari til EM-endaspælið. Nummar 2 gjørdist Montenegro við 23 stigum, og fara víðari til næsta umfar, har allir 2’ararnir verða býttir í tveir bólkur við fimm londum í hvørjum bólki. Av teimum fara trý tey fremstu í hvørjum bólki víðari til endaspælið.
Ukraina endaði á 3. plássi við 22 stigum, meðan Føroyar gjørdust nummar 4 við 12 stigum. Andorra fekk 6 stig, og aftast í bólki H bleiv Wales við ongum stigi.
Um mánaðarskifti apríl-mai skal føroyska eLandsliðið í eldin aftur, tá kappast skal um plássini frá nummar 21 til 55.
Úrslit / Seinna umfar
Wales – Føroyar 1-5
Føroyar – Andorra 5-4
Italia – Føroyar 8-1
Montenegro – Føroyar 5-2
Føroyar – Ukraina 3-9
Øll úrslitini í UEFA eEURO 2020 undankappingini síggjast her: eeuro2020.com
Dystirnir hjá føroyska liðnum kunnu síggjast á Youtube rásini hjá FSF.