Í fyrstu atløgu verður samstarvað við 07 Vestur um eina royndarverkætlan, og um hon eydnast nóg væl, fer FSF í næstum undir skipaðar eFótbóltskappingar í PES. Miðað verður ímóti, at øll feløgini gerast partur av kappingini


Farna vikuskiftið skipaðu Fótbóltssamband Føroya og 07 Vestur fyri eVenjaraskeiði í felagshúsinum hjá 07 Vestur í Sørvági. Tvey umboð frá DBU vóru undirvísarar, og aftaná skeiðið fingu tíggju luttakarar prógv sum e1-Venjarar.

Og sigast má, at hetta slag av fótbólti er komið fyri at verða, og skal nú takast í størsta álvara. Í fyrstu atløgu eru Fótbóltssamband Føroya og 07 Vestur farin undir eina royndarverkætlan við eFótbólti, og um hon eydnast nóg væl, fer FSF í næstum undir skipaðar eFótbóltskappingar.

– Hetta skal sjálvandi ikki avloysa tann vanliga fótbóltin. Men tað ræður um at geva teimum, ið ikki hava hug til bóltin úti á vøllinum, eitt annað tilboð, og soleiðis fáa fleiri at gerast partur av feløgunum, sigur Andrass Thomsen, samskipari hjá FSF, og leggur afturat, at akkurát hvussu kappingarnar verða skipaðar, er ikki komið endaliga upp á pláss enn.

UEFA eEURO 2020
Føroysk fótbóltssøga verður annars skrivað komandi mánadag, tá okkara eLandsliðið fyri fyrstu fer skal á “vøllin”. Fyrsta umfar í UEFA eEURO 2020 undankappingini verður spælt mánadagin 16. mars, har Føroyar eru í bólki H, saman við Wales, Andorra, Italia, Montenegro og Ukraina.

Seinna umfar í UEFA eEURO 2020 undankappingini verður spælt 30. mars.

Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen manna føroyska eLandsliðið, og sambært Heðini, sum í desember í fjør vann FM í eFótbólti, so eru italiumenn stórfavorittar at vinna bólkin.

– Italia hevur ein fleirfaldan heimsmeistara á liðnum, so teir eru góðir. Hini londini kenna vit ikki so nógv til, men hetta verður uttan iva spennandi, og vit gleða okkum til kappingina, segði Heðin Egholm Skov við heimasíðuna hjá FSF, tá lutakastið til bólkaspælið hevði verið.

SKRÁIN
16. mars 2020
Kl. 16:00 Wales – Føroyar
Kl. 17:00 Føroyar – Andorra
Kl. 18:00 Føroyar – Italia
Kl. 19:00 Føroyar – Montenegro
Kl. 20:00 Føroyar – Ukraina

30. mars 2020
Kl. 16:00 Føroyar – Wales
Kl. 17:00 Andorra – Føroyar
Kl. 18:00 Italia – Føroyar
Kl. 19:00 Montenegro – Føroyar
Kl. 20:00 Ukraina – Føroyar

eLandsdystirnir verða spældir í No12.