Sjálvt um hann er staddur í Týsklandi, so fylgir hann væl við í føroyskum fótbólti, og fyrst eru tað úrslitini hjá B68, sum verða kannaði. Men í ár fer Jóan Símun Edmundsson eisini at fylgja serliga væl við gongdini hjá fuglfirðingum, nú beiggin er partur av hópinum hjá ÍF


Fyri Jóan Símun Edmundsson er dagligdagurin í týska býnum Bielefeld ikki ólíkur døgunum hjá flest øðrum í hesum tíðum. Og reglurnar frá arbeiðsgevaranum eru heilt greiðar, og ikki til at taka feil av: “Tit skulu halda tykkum innandura sum mest, og fara bara út millum fólk um tað veruliga er neyðugt. Annars skulu tit halda tykkum heima”.

– Tíðin gongur við at hyggja í sjónvarp og lesa. Mær dámar væl at lesa, so tað er fínt at stytta sær stundir við í hesum døgum. Annars er nógv sjálvvenjing á skránni, tí tað ræður um at halda seg í form, og tað er eisini krav frá felagnum.

– Vit kunnu loyva okkum at fara út, um vit fara ein rennitúr ella til handils. Annars skulu vit bara halda okkum innandura, og so nógv sum tilber fyri okkum sjálvar, sigur Jóan Símun Edmundsson.

Sum 18 ára gamal fór hann uttanlands at liva lívið sum professionellur fótbóltsspælari. Eftir nøkur ár í Onglandi, Norra og Danmark, vendi Jóan Símun aftur til Føroyar í 2014. Fyrst í eitt hálvt ár á Argjum, áðrenn hann skifti til HB.

Longsulin at sleppa avstað aftur búleikaðist tó alla tíðina í unga toftamanninum, og í januar árið eftir gekk leiðin aftur til Danmarkar. Fyrst til Vejle BK, og síðani til OB. Men Jóan Símun vildi nakað meir, og á sumri í 2018 kom tað heilt stóra skifti, tá hann skrivaði undir sáttmála við týska stórfelagið, DSC Arminia Bielefeld.

Men hóast staddur langt heimanífrá, so fylgir Jóan Símun Edmundsson væl við í føroysku kappingini, og hann er sera fegin um møguleikan at kunna síggja føroyskan fótbólt beinleiðis í sjónvarpinum umvegis stroymingina.

– Eg seti stóran prís upp á møguleikan at kunna stroyma dystirnar í Betri Deildini. Í ár fari eg at fylgja serliga væl við ÍF, har beiggi mín (red. Hákun Edmundsson) nú spælir. Men eg fylgi eisini væl við hvussu gongur hjá B68, sigur Jóan Símun Edmundsson við heimasíðuna hjá FSF.

Í heyst skal føroyska A-landsliðið við monnum undir eina nýggja UEFA Nations League kapping, og sambært Jóani Símun, er hetta ein gyltur møguleiki at prógva, at landsliðið hevur flutt seg rætta vegin seinastu árini.

– Vit eru komin í ein spennandi bólk, við londum, sum vit hava góð hagtøl ímóti. Eg haldi sjálvur at føroyskur fótbóltur hevur flutt seg rætta vegin síðstu árini, hóast úrslitini hjá landsliðnum hava verið eitt sindur misjøvn. Men eingin ivi skal verða um, at vit fara inn til hvønn dyst fyri at vinna, og komandi kapping verður einki undantak, sigur Jóan Simun Edmundsson úr Bielefeld í Týsklandi.