Sølan av atgongumerkjum til steypafinalurnar á Tórsvølli leygardagin 29. oktober gongur væl, og í løtuni eru næstan 3.000 atgongumerki seld
——————
Leygardagin 29. oktober verða ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum á Tórsvølli. Klokkan 15:00 fara kvinnurnar hjá KÍ og HB á vøllin, og klokkan 19:00 verður finalan um Løgmanssteypið.
Í samband við finalurnar er Tórsvøllur býttur upp á bólkar, so viðhaldsfólkini hjá hvørjum einstøkum liðum sita saman.
Víkinga viðhaldsfólk halda til í bólkunum 101 til 104, KÍ viðhaldsfólk halda til í bólkunum 105 til 113, og HB viðhaldsfólk halda til í bólkunum 114 til 116. Síðan eru bólkarnir 209 til 213 ætlaðir øðrum fótbóltsfjepparum.
Og higartil hevur sølan gingið sera væl. Fyrrapartin leygardagin vóru næstan 3.000 atgongumerki seld. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum.
Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin fyri eitt atgongumerki er 100 krónur, og er hetta galdandi fyri bæði vaksin og børn, og gevur atgongd til báðar dystirnar.