Mánadagin 26. august klokkan 10:00 bjóðar FSF til tíðindafund í Trinstovuni á Tórsvølli

——————

Heilt fitt av landsliðsvirksemi er á skránni í næstum, og millum annað skulu bæði U21 og manslandsliðið undir nakrar spennandi uppgávur í september mánað.

Fyri U21 er talan um tveir EM-undankappingardystir, sum verða á útivølli hósdagin 5. september móti Kroatia, og á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 10. september klokkan 17:30 móti Grikkalandi.

A-landsliðið hevur eisini tvær spennandi avbjóðingar á skránni, nú menninir fara undir sína fjórðu UEFA Nations League kapping.

Leygardagin 7. september klokkan 14:00 spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli, og týsdagin 10. september spæla Lettland og Føroyar á Skonto stadion í Riga. Fjórða landið í bólkinum er Armenia.

Í hesum sambandi bjóðar FSF fjølmiðlum og øðrum áhugaðum til tíðindafund í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 26. august klokkan 10:00.

Á tíðindafundinum fer Eyðun Klakstein at kunngera U21-hópin til dystirnar móti Kroatia og Grikkalandi, og síðani fer Håkan Ericson at kunngera hópin hjá A-landsliðnum við monnum.

Umframt U21 og manslandsliðið, hava U16, U17 og U19 dreingir, og U15 og U19 gentur eisini altjóða uppgávur í komandi mánað.

Landsliðsskráin 2024