Hóast úrslitini í UEFA menningarkappingini í Albania ikki vóru eftir vild, hava U15-dreingirnir fingið virðismiklar royndir, sum teir kunnu taka við sær víðari í menningini sum fótbóltsspælarar
——————
Seinastu dagarnar hevur U15-landsliðið við dreingjum verið í Albania, har liðið hevur tikið lut í UEFA-menningarkapping saman við vertstjóðini, Póllandi og Norðurírlandi.
Talan gjørdist um eina avbjóðandi kapping hjá ungu føroysku spælarunum, sum møttu sterkari mótstøðu enn teir eru vanir við. Føroyar taptu allar tríggjar dystirnar, men hóast úrslitini ikki vóru eftir vild, var ein týðilig menning at síggja frá fyrsta til síðsta dyst.
Í fyrsta dystinum tapti føroyska liðið 8-0 fyri Póllandi. Hetta var samstundis fyrsti landsdysturin hjá fleiri av spælarunum, og nervarnir tóktust ávirka avrikið.
Í øðrum dystinum, sum var ímóti Norðurírlandi, gjørdist úrslitið 6-0 til norðurírar. Hóast tapið var stórt, vóru føroyingarnir betur við í spælinum, og við eitt sindur av hepni kundi føroyska liðið eisini fingið okkurt mál.
Seinasti dysturin var ímóti vertstjóðini Albania, sum vann 2-0. Hetta var samstundis besti dysturin hjá Føroyum í kappingini. Føroysku spælararnir vístu størri dirvi, tordu betur at spæla bóltin og spældu seg fram til fleiri góðar málmøguleikar.
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, ásannar, at talan hevur verið um eina krevjandi kapping, men leggur samstundis dent á, at spælararnir hava fingið nógv burturúr.
– Hetta hevur verið ein sera avbjóðandi kapping hjá okkara spælarum, har krøvini hava verið munandi hægri, enn teir eru vanir við. Teir hava verið avbjóðaðir á nærum øllum økjum, men hava roynt sítt allar besta og ongantíð givið upp, hóast mótgongdin hevur verið stór, sigur Jógvan Martin Olsen.
Umframt royndirnar á vøllinum hava spælararnir eisini fingið nógv burturúr sosialt og sum bólkur. Ein týðandi partur av kappingini hevur verið at læra at viðgera og eftirmeta dystirnar, seta orð á egnar upplivingar og taka lærdóm av teimum.
– Tað týdningarmesta er ikki, hvussu hart tú fellur, men at tú finnur styrki til at reisa teg aftur. Og tað gjørdu okkara spælarar, sigur Jógvan Martin Olsen.
Hóast úrslitini ikki vóru tey, sum føroyska liðið hevði vónað, koma spælararnir heim aftur við einum ríkari royndargrundarlagi, nýggjum vinabondum og upplivingum, sum kunnu koma teimum til góðar í komandi landsliðsuppgávum.



Myndir: Ingi Arge