A-landsliðið við kvinnum tapti leygardagin 2-0 fyri Estlandi í hálvfinaluni í Baltic Cup 2026. Týsdagin skulu Føroyar spæla ímóti Lettlandi um triðja plássið í kappingini
——————
Seinnapartin leygardagin spældi føroyska kvinnulandsliðið hálvfinalu í Baltic Cup 2026, sum í ár er í Estlandi.
Dysturin ímóti vertstjóðini varð spældur í Jalgpallihøllini, sum er ein innandura fótbóltshøll í Paide.
Tað vóru estisku kvinnurnar, ið fingu betru byrjanina. Tá eitt stórt korter var spælt legði Katriin Saulus heimaliðið á odda, og stutt undan steðginum økti Katrin Kirpu um estisku leiðsluna.
Í seinna hálvleiki løgdu føroysku kvinnurnar nógv fyri at venda gongdini, men fleiri mál komu ikki, og tískil endaði dysturin við einum 2-0 sigri til Estland.
Í hinari hálvfinaluni vann Litava 3-0 á Lettlandi. Tað merkir, at Estland og Litava skulu spæla finaluna, meðan Føroyar og Lettland hittast í dystinum um triðja plássið.
Dysturin millum Føroyar og Lettland verður spældur týsdagin 1. desembur.
Myndir: Jóhanna Thomsen