– Í hesum døgum eri eg fyri tað mesta heima hjá familjuni. Vit eru bara úti um tað er neyðugt, men annars gongur leiðin direkta heim eftir hvørja venjing, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu, ið er staddur í Íslandi
Gerandisdagurin hjá føroysku fótbóltsútisetunum er nakað øðrvísi í hesum døgum, meðan vit øll bíða eftir, at ymisku kappingarnar kring heimin skulu fara í gongd aftur.
Kaj Leo í Bartalsstovu spælir fyri íslendska felagið, Valur, og fyri hann og liðfelagarnar hevur talan verið um ein rættuliga vanligan gerandisdag higartil, tá tosað verður um venjingar og tær skyldur, ið teir hava mótvegis felagnum. Men møguliga verður hetta broytt nakað í næstum.
– Venjarin hevur sagt, at møguliga vit steðga við vanligu venjingunum í eina tíð, og at vit skulu rokna við, at komandi vikurnar verða bara sjálvvenjingar á skránni.
– Men mær dámar sum heild væl at venja, so tað, at venja einsamallur verður eingin trupulleiki. Tað er sjálvandi nógv stuttligari at venja saman við øðrum, og tá fær man eisini nógv meir burturúr. Men soleiðis sum støðan er nú, so fáa vit ikki gjørt tað nógv øðrvísi, sigur gøtumaðurin í íslendskum fótbólti, sum eisini fylgir væl við Í Betri Deildini í Føroyum.
– Stroymingin er fantastisk! Eg hyggi eftir næstum øllum dystum, tá møguleiki er fyri tí, og serliga fylgi eg væl við hvussu gongur hjá Víkingi, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu við heimasíðuna hjá FSF.
Íslendska landskappingin skal eftir ætlan fara av bakkastokki 22. apríl, men um tað verður so, er ilt at siga í løtuni. Kaj Leo er sjálvandi spentur til eitt nýtt kappingarár í Íslandi, men hann sær eisini við spenningi fram ímóti UEFA Nations League, sum verður í heyst.
– Vit eru komin í ein spennandi bólk, og tað sær eisini spennandi út við nýggja venjaranum og øllum rundan um liðið. Vónandi verður tað gott, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu at enda.