Superligafelagið AC Horsens hevur sent allar spælararnar heim, og fyri Hallur Hansson merkir tað millum annað, at hann seinastu tvær vikurnar hevur sitið í sóttarhaldi í Føroyum


– Felagið hevur sent okkum heim, við boðum um, at vit skulu halda okkum heima, og helst ikki koma i samband við alt ov nógv onnur fólk. Eg royni alíkavæl alla tíðina at halda meg í form, og tað verður gjørt við nógvari sjálvvenjing. Men mær dámar væl at venja, og at vera væl fyri kropsliga, so tað er eingin trupulleiki, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Sum hjá flest øðrum, er gerandisdagurin hjá føroyska landsliðsspælaranum og liðskiparanum í AC Horsens, Halli Hansson, nakað annaðleiðis í hesum døgum. Superligafelagið hevur nevniliga sent allar spælararnar heim. Og fyri Hallur er “heima” at vera í Føroyum.

– Eg elski at vera í Føroyum. Um eg skal síggja nakað positivt í hesum, so er tað fantastiskt at fáa nakrar dagar saman við teimum nærmastu. Men venjingarnar, sum eg sjálvur finni upp á, eru rættuliga rotnar. Tað eru nøkur óinteresant renniprogrammir, sum ikki eru serliga fótbóltsrelaterað, og so er man einsamallur næstan alla tíðina. So tað er einki serligt.

– Men sum støðan er nú, so er ikki nógv annað at gera enn at vera kreativur, og samstundis royna at fáa sum frægast burturúr, sigur stríðshugaði miðvallarin.

Hallur Hansson spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri skjótt átta árum síðani, og nú vit skriva mars 2020, hevur Hallur verið á vøllinum í 46 dystum og skorað 4 mál fyri Føroyar.

Fyri føroyska landsliðið stendur nú ein nýggj tíð fyri framman, við nýggjum landsliðsvenjara, og tað er nokk lítið at ivast í, at Hallur Hansson verður partur av liðnum, ið Håkan Ericson fer at senda á vøllin. Hallur sær eisini við spenningi fram ímóti teimum landsliðsuppgávum, ið bíða.

– Líkasum við lutakastinum til seinastu Nations League kapping, so var hetta ringasta lutakast, ið vit kundu fáa. Men til eina og hvørja tíð skulu vit – møguliga tað er mín føroyski stoltleiki, ið tosar – fara inn til hvønn dyst við nógvum sjálvsáliti og stríðsvilja. Vit skulu fara eftir at vinna bólkin.

– Eg eri eisini øgiliga spentur og bjartskygdur, nú nýggjur venjari kemur til. Tað hevur sum oftast við sær eina stóra reaktión við positivari orku. Tað verður spennandi, og eg gleði meg. So er bara at vóna, at fotbólturin kemur í gongd aftur skjótt, sigur Hallur Hansson at enda.

Í UEFA Nations League eru Føroyar í bólki D1, saman við Malta, Andorra og Lettlandi. Dystirnir verða spældir í september, oktober og november.

Patrik Johannesen og Hallur Hansson venja á Tórsvølli. Báðir taka ráðini frá myndugleikunum í álvara, og eru tilvitaðir um, at teir skulu halda frástøðu undir venjingini – Mynd: Hans Erik Danielsen
Sjálvt um Hallur Hansson saknar venjingarnar saman við liðfeløgunum í AC Horsens, er lagið kortini gott, meðan hann sjálvvenur í Gundadali – Mynd: Hans Erik Danielsen