Føroyska eLandsliðið vann samanlagt í venjingardystinum ímóti Malta, sum varð spældur leygardagin. Fýra dystir vórðu spældir. Tveir endaðu við javnleiki, og tveir endaðu við sigri til Føroyar


Leygardagin spældi føroyska eLandsliðið venjingardyst ímoti Malta. Liðini spældu fýra dystir, og úrtøkan gjørdist tveir javnleikir og tveir sigrar til Føroyar.

Fyrsti dysturin endaði 2-2, og í næsta dystinum gjørdist úrslitið javnleikur 1-1. Men so tóku okkara meir yvir. Í triðja dystinum vunnu Føroyar 2-1, meðan tað í fjórða og seinasta dystinum gjørdist talan um ein greiðan 3-0 sigur til Føroyar.

Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen manna føroyska eLandsliðið. Hvør næsta uppgávan hjá eLandsliðnum verður, er ikki greitt enn.