Sjálvt um hann er sáttmálabundin við eitt av stóru feløgunum í Norra, so fylgir Gilli Rólantsson Sørensen væl við gongdini hjá TB og føroyskum fótbólti sum heild


Seinastu sjey árini hevur Gilli Rólantsson Sørensen, ið er uppvaksin á Tvøroyri, spælt fótbólt uttanlands. Fyrst var hann sáttmálabundin við danska Superligafelagið, AaB í Ålborg, áðrenn hann fyri hálvum fjórða ári síðani gjørdi avtalu við SK Brann Bergen í Norra.

Og sjálvt um gerandisdagurin hjá Gilla gongur fyri seg í norsku Eliteserien, sum fremsta deildin í Norra eitur, fylgir hann væl við í føroyskum fótbólti, og serliga væl fylgir hann barndómsfelagnum á Tvøroyri, TB.

– Eg havi nógvar vinmenn, sum spæla í ymiskum feløgum, so man er noyddur at fylgja væl við. Men fyrst og fremst fylgi eg gongdini hjá TB. Tað er har mítt hjarta hoyrir til. Og so fylgi eg eisini væl við, hvussu gongur hjá KÍ og Mikkjal Thomassen. Hann hevur hjálpt mær ótrúliga nógv á mínari fótbóltsleið, sigur Gilli Rólantsson Sørensen.

Tað er ikki bara í Føroyum, at fótbólturin liggur stillur í hesum døgum. Eisini í Norra liggur alt stilt, og dagligdagurin hjá Gilla er broyttur nógv síðstu vikurnar.

Eins og í nógvum øðrum feløgum, venur hópurin hjá Brann Bergen ikki saman. Í staðin eru spælararnir býttir í bólkur, við trimum spælarum í hvørjum bólki.

– Vit royna at fáa sum best burturúr støðuni, og at hava gott humør á. Eg eri so heldigur at vera í sama bólki sum abbasonur Niels Arne Eggen, sum tey flestu fótbóltsáhugaðu allarhelst kenna. Hann stýrir øllum venjingunum frá byrjan til enda, so tað gevur ein góðan struktur í venjingina.

– Seinnapartin møta vit til styrkivenjing á stadion. Vit hava fingið eina venjingarætlan frá felagnum, sum vit skulu fylgja, og sjálvvenjingar er als eingin trupulleiki. Sjálvsdisiplin lærdi eg sum heilt ungur, tá eg spældi í Aberdeen. Persónliga haldi eg, at disiplin er tað, ið skal til, um ein skal náa langt í fótbólti. Tað ræður um at halda fram við venjingini, eisini tá tað gongur ímóti, sigur Gilli Rólantsson Sørensen við heimasíðuna hjá FSF.

Spurdur, hvat hann fær tíðina at ganga við í hesum døgum, svarar tvøramaðurin í Bergen soleiðis:

– Vit fáa alla tíðina uppdateringar frá felagnum um, hvørjar reglur vit skulu halda okkum til. Sum heild er talan um tær reglur, ið myndugleikarnir koma við. Vit skulu halda okkum innandura so nógv sum gjørligt, og minnast til at vaska hendurnar væl – hvørja ferð. Annars fer nógv tíð við at hyggja at serium á Viaplay og Netflix.

Og meðan Gilli situr og hyggur at sjónvarpi, hevur hann góðar stundir til at hugsa um landsliðið og tær avbjóðingar, sum standa fyri framman í heyst, tá dystirnir í UEFA Nations League skulu spælast.

– Vit eru komin í ein bólk við londum, sum vit eftirhondini kenna væl. Tað verður tætt, men vit hava absulut møguleika at vinna á øllum. Vit noyðast at reisa okkum aftaná kappingina í fjør, sigur Gilli Rólantsson Sørensen, sum heldur, at føroyskur landsliðsfótbólturin hevur nógv gott at síggja fram til.

– Tað sær sera spennandi út við nýggja venjaratoyminum. Eg gleði meg altíð til landsdystir, og til komandi samling verður bestemt einki undantak, sigur Gilli at enda.