Víkingur vann steypafinaluna fyri U13 Dreingir, meðan HB fór avstað við Thomas Dam Intersport steypinum

——————

Ársins fyrstu steypafinalur vórðu spældar á Tórsvølli fríggjadagin. Lagt var fyri við finaluni um Solarsteypið, sum er steypakappingin fyri U13 Dreingir, og seinni um kvøldið fóru U21 á vøllin at dystast um Thomas Dam Intersport steypið.

Í einum sera spennandi dysti um Solarsteypið drógu teir ljósabláu Víkingarnir longra stráið móti B36, og vunnu 2-1, eftir 0-0 í hálvleikinum.

Dávid Jørginsson legði Víking á odda við brotssparki tá fimm minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, og átta minuttir seinni økti Markus Sigurdsson Højgaard til 2-0. Dennis Anghel minkaði um munin stutt fyri leiklok, men nærri kom B36 ikki, og tískil endaði Solarsteypið í Eysturkommunu.

Aftaná dystin var liðskiparin hjá Víkingi, Dávid Jørginsson valdur til besta spælara í finaluni.

Í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið gjørdi HB skjótt av ímóti EB/Streymi. Longu eftir seks minuttir var 2-0 til HB, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum. Málskjúttar vóru Rani Wenningsted Sørensen og Leivur Fossdal Guttesen.

Áðrenn steyp og medaljur vórðu handað, var Ejvind Restorff Mouritsen úr HB kosin til dagsins leikara.

Leygardagin eru aftur tvær steypafinalur á skránni á Tórsvølli. Klokkan 13:00 fara U15-dreingirnir hjá Víkingi og HB á vøllin at stríðast um Cadburysteypið, og klokkan 16:00 verður finalan um Blaðberasteypið, sum er steypakappingin hjá U17-dreingjum, millum B36 og 07 Vestur.

Skráin / Steypafinalur 2022

Leygardagin 1. oktober
Kl. 13:00 Víkingur – HB (U15 Dreingir)
Kl. 16:00 B36 – 07 Vestur (U17 Dreingir)

Mikudagin 19. oktober
Kl. 18:00 KÍ – Skála (U13 Gentur)

Fríggjadagin 21. oktober
Kl. 18:00 Skála – FC Hoyvík (U16 Gentur)

Leygardagin 29. oktober
Kl. 15:00 EBS/Skála / HB – KÍ / NSÍ (Steypakappingin kvinnur)
Kl. 19:00 07 Vestur / KÍ – Víkingur / HB (Løgmanssteypið)

Myndir: Bjarni Enghamar

Myndir: Bjarni Enghamar