Skráin fyri, hvussu spælast skal í eEURO 2020 undankappingini eru nú klár. Dystirnir verða spældir 16. og 30. mars, og fyrsta mótstøðuliðið verður Wales


Mánadagin 16. mars verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá fyrsti almenni e-landsdysturin, við føroyskari luttøku, verður á skránni.

Tað eru Heðin Skov og Virgar Trondesen, ið skulu umboða Føroyar í eEURO 2020 undankappingini. Føroyska e-landsliðið er í bólki H saman við Wales, Andorra, Italia, Montenegro og Ukraina.

Fyrsta umfar verður spælt mánadagin 16. mars, meðan tað seinna verður spælt tvær vikur seinni, mánadagin 30. mars.

– Italia hevur ein fleirfaldan heimsmeistara á liðnum, so teir eru góðir, og eru nokk eisini favorittar at vinna bólkin. Hini londini kenni eg ikki so nógv til, men hetta sær spennandi og samstundis trupult út. Men vit gleða okkum til kappingina, sigur Heðin Skov við heimasíðuna hjá FSF.

Kappingin verður skipað soleiðis, at øll limalondini í UEFA eru býtt í 10 bólkar. Nummar 1 í hvørjum bólki vinnur seg beinleiðis víðari til EM-endaspælið, meðan 2’ararnir verða byttir í tveir nýggjar bólkar, við fimm londum í hvørjum bólki. Av teimum fara trý tey fremstu víðari til endaspælið, sum verður í London komandi summar.

Skráin

16. mars 2020
Kl. 16:00 Wales – Føroyar
Kl. 17:00 Føroyar – Andorra
Kl. 18:00 Føroyar – Italia
Kl. 19:00 Føroyar – Montenegro
Kl. 20:00 Føroyar – Ukraina

30. mars 2020
Kl. 16:00 Føroyar – Wales
Kl. 17:00 Andorra – Føroyar
Kl. 18:00 Italia – Føroyar
Kl. 19:00 Montenegro – Føroyar
Kl. 20:00 Ukraina – Føroyar

Enn er ikki avgjørt, hvar føroyska liðið fer at spæla sínar landsdystir, men kunnað verður um hetta skjótast tilber.