Seinna umfar í bólkaspælinum í UEFA eEURO 2020 undankappingini verður spælt mánadagin 30. mars. Føroysku dystirnir kunnu stroymast á Youtube rásini hjá FSF. Fyrsti dystur byrjar klokkan 16:00


Fyri tveimum vikum síðani varð fyrra umfar í UEFA eEURO 2020 undankappingini spælt. Føroyar vunnu á Wales og Andorra, men máttu tiverri leggja rygg til tap fyri Ukraina, Italia og Montenegro.

– Vit vistu, at Italia og Ukraina fór at vera nærum ómøgulig at gera nakað víð. Tí var úrslitið ímóti Montenegro eitt stórt skuffilsi. Men nú vita vit, hvat vit serliga skulu leggja dent á í venjingunum til næsta umfar, segði Heiðin Egholm Skov við heimasíðuna hjá FSF fyri tveimum vikum síðani.

So er bara at vóna tað besta, nú seinna umfar er á skránni. Her frá fara vit í øllum føri at ynskja føroyska liðnum góða eydnu.

Fyrsti dystur í øðrum umfari byrjar klokkan 16:00, tá Wales er mótstøðuliðið, meðan síðsti dystur byrjar klokkan 20:00. Allir dystirnir kunnu stroymast beinleiðis á Youtube rásini hjá FSF.

SKRÁIN
Mánadagin 30. mars
Kl. 16:00 Føroyar – Wales
Kl. 17:00 Andorra – Føroyar
Kl. 18:00 Italia – Føroyar
Kl. 19:00 Montenegro – Føroyar
Kl. 20:00 Ukraina – Føroyar

Undan seinna umfarinum er Italia fremst við 13 stigum. Montenegro hevur 11 stig, meðan Ukraina hevur 10 stig. Føroyar eru á 4. plássi við 6 stigum, og á 5. plássi er Andorra við trimum stigum. Wales hevur framvegis sítt fyrsta stig til góðar.

Nummar 1 í bólkinum fer beinleiðis viðari til EM-endaspælið, meðan nummar 2 fer í eina nýggja undankapping, sum verður millum allar 2’ararnar.