Leygardagin 11. apríl klokkan 16:00 skal føroyska eLandsliðið á “vøllin” aftur, tá venjingardystur móti Malta er á skránni


Í farna mánað spældi føroyska eLandsliðið í PES undankapping til EM 2020. Føroyar vóru í bólki H, saman við Italia, Montenegro, Ukraina, Wales og Andorra. Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at føroyska liðið vann sínar dystir móti Andorra og Wales, og bleiv harvið nummar 4 í bólkinum, sum italiumenn vunnu.

Men hóast undankappingin er liðug, og føroyska liðið ikki kom víðari í kappingini, liggja okkara eLandsliðsspælarar alíkavæl ikki á løtu síðuni. Komandi leygardag skulu teir nevniliga á “vøllin” aftur – hesaferð í venjingardysti móti Malta.

Í undankappingini til EM 2020 var Malta í bólki I, saman við Hollandi, Danmark, Svøríki, San Marino og Írlandi. Maltesar endaðu aftast í bólkinum við fýra stigum.

eLandsdysturin millum Føroyar og Malta verður stroymdur á nýggju TWITCH rásini hjá FSF.