Wales, Ukreina, Andorra, Italia og Montenegro verða føroysku mótstøðuliðini, tá eLandsliðið fer at taka lut í UEFA eEURO 2020 undankappingini, sum verður spæld í mars, apríl og mai mánað

– Italia hevur ein fleirfaldan heimsmeistara á liðnum, so teir eru góðir, og eru nokk eisini favorittar at vinna bólkin. Hini londini kenni eg ikki so nógv til, men hetta sær spennandi og samstundis trupult út. Men vit gleða okkum til kappingina, sigur Heðin Egholm Skov, annar av føroysku eLandsliðsspælarunum, við heimasíðuna hjá FSF.

Lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA eEURO 2020 undankappingini var avgreitt mikudagin. Og tað háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk H, saman við Wales, Ukreina, Andorra, Italia og Montenegro.

Teir, ið manna føroyska eLandsliðið, eru Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen. Heðin og Virgar gjørdust ávikavist nummar 1 og 2, tá fyrsta FM kappingin í eFótbólt varð spæld um mánaðarskifti november-desember í fjør.

Dystirnir í UEFA eEURO 2020 undankappingini verða spældir í mars, apríl og mai mánað.