Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen er ein av spælarunum á føroyska kvinnulandsliðnum, ið spælir fótbólt í Danmark, samstundis sum hon er undir útbúgving. Í hesum døgum saknar hon mest gleðina og spenningin frá fótbóltinum


– Dagligdagurin er broyttur nógv uppá stutta tíð. Eg brúki vanliga nógva tíð til lesnaðin, og tað geri eg enn, men umstøðurnar hava havt við sær, at royndirnar, ið skuldu vera hesa tíðina, eru útsettar. Sum hjá øllum øðrum, so er ferðin eisini sett niður.

– Harumframt er eingin fótbóltur á skránni fyri tíðina, tí felagið hevur stongt vøllirnar. Nógv feløg venja í smærri bólkum, men tað hevur ikki verið møguligt hjá okkum. Orsøkin er tann, at venjaratoymið hjá okkum er hart rakt av hesum ógvusliga kriminum, ið gongur.

Soleiðis sigur Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen við heimasíðuna hjá FSF, tá hon skal seta orð, hvussu gerandisdagurin er í hesum døgum. Lív er læknalesandi, og hevur verið í Keypmannahavn í skjótt hálvt fjórða ár.

Hon spældi øll síni ungdómsár í HB, og er dóttir fyrrverandi HB-formannin, Finnboga Arge. Lív er av tí sama uppvaksin í einum fótbóltsumhvørvi, og tá hon flutti til Danmarkar at lesa, helt hon fram við fótbóltinum, og spælir í dag fyri Sundby Boldklub.

Men í hesum døgum er als eingin venjing á skránni í felagnum, og tí verður Lív noydd at halda formin viðlíka við nógvari sjálvvenjing. Men sum hjá flest øðrum ítróttarfólkum, sum kappast á høgum støði, er tað eingin trupulleiki.

– Vit hava fingið eitt venjingarprogram frá felagnum, ið skal gerast fleiri ferðir um vikuna. Sjálv havi eg ongar trupulleikar við at venja einsamøll, tí tað dámar mær væl, men tað er meira hugaligt at venja saman við øðrum, sigur Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen.

Og sjálvt um hon er stødd í danska høvuðsstaðnum dagliga, fylgir Lív neyvt gongdini í føroyskum fótbólti, og serliga barndómsfelagið stendur henni nær, hóast langt heimanífrá.

– Ja, eg fylgi væl við, bæði kvinnu- og mannfólkafótbólti. Serliga HB liggur hjartanum nær, so tá tað er møguleiki at stroyma ein dyst, so hyggi eg. Nú tá samfelagið liggur lamið, merkist veruliga, hvussu nógv ítrótturin fyllir í gerandisdegnum.

– Eg sakni gleðina og spenningin, ið eg fái frá ítróttinum – bæði tá eg sjálv spæli, og tá ið hugt verður í sjónvarpinum. Eg vóni, at øll fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, so at vit aftur fáa ein vanligan gerandisdag, sigur Lív at enda.

Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen venur uttanfyri Oyrasundskollegiið – Mynd: Privat