Mánadagin 16. mars spælir føroyska eLandsliðið fyrstu dystirnar í UEFA eEURO 2020 undankappingini. Møguleiki verður at stroyma allar dystirnar beinleiðis á heimasíðuni hjá FSF


Føroysk fótbóltssøga verður skrivað, tá Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen seta seg við “joy-stikkinum” seinnapartin mánadagin 16. mars. Tá verða nevniliga fyrstu dystirnir í UEFA eEURO 2020 undankappingini spældir.

Føroyar eru í bólki H, saman við Wales, Andorra, Italia, Montenegro og Ukraina.

Undankappingin er skipað sum tvey umfør. Fyrra umfar verður spælt mánadagin 16. mars, meðan seinna umfar verður tvær vikur seinni, mánadagin 30. mars.

eLandsdystirnir verða spældir í FSF-húsinum við Tórsvøll, men tíverri hava áskoðarar onga atgongd. Í staðin verður møguleiki at stroyma allar dystirnar beinleiðis á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo.

UEFA eEURO 2020 undankappingin verður skipað soleiðis, at øll limalondini í UEFA eru býtt í 10 bólkar. Nummar 1 í hvørjum bólki vinnur seg beinleiðis víðari til EM-endaspælið, meðan 2’ararnir verða býttir í tveir nýggjar bólkar, við fimm londum í hvørjum bólki. Av teimum fara síðani trý tey fremstu í hvørjum bólki víðari til endaspælið, sum verður í London komandi summar.

SKRÁIN
Mánadagin 16. mars 2020
Kl. 16:00 Wales – Føroyar
Kl. 17:00 Føroyar – Andorra
Kl. 18:00 Føroyar – Italia
Kl. 19:00 Føroyar – Montenegro
Kl. 20:00 Føroyar – Ukraina

Mánadagin 30. mars 2020
Kl. 16:00 Føroyar – Wales
Kl. 17:00 Andorra – Føroyar
Kl. 18:00 Italia – Føroyar
Kl. 19:00 Montenegro – Føroyar
Kl. 20:00 Ukraina – Føroyar