Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sett navn á teir ellivu, ið byrja á vøllinum í UEFA Nations League dystinum móti Kasakstan, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 17:00
——————
Klokkan fimm seinnapartin leiðir Odmar Færø føroyska liðið á vøllin, sum skal takast við Kasakstan í fyrsta dystinum í UEFA Nations League 2026/2027 kappingini.
Fyrireikingarnar hava gingið væl, og sum heild eru allir í føroyska hópinum væl fyri.
Teir fyrstu ellivu, ið Eyðun Klakstein og Atli Gregersen senda á vøllin, eru hesir: Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Martin Agnarsson.
Á føroyska miðvøllinum vera Áki Samuelsen, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð og Hanus Sørensen, og fremsti maður verður Petur Knudsen.
Á bonkinum eru Bárður á Reynatrøð, Ari í Haraldstovu Petersen, Samuel Chukwudi, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen, Ási Dam, Jann Benjaminsen, Poul Kallsberg, Emil Weihe Joensen, Mattias Hellisdal, Adrian Justinussen og Jørgen Nielsen.
Les eisini: 8 málskjúttar í fimm dystum