Føroyska manslandsliðið hevur fimm ferðir áður spælt móti Kasakstan. Tríggir eru endaðir við føroyskum sigri, ein er endaður javnur, og einaferð hava kasakar drigið longra stráið

——————

Tá føroyska manslandsliðið klokkan 17:00 í dag tekur ímóti Kasakstan á Tórsvølli, verður tað sætta uppgerðin millum londini í A-landsliðshøpi við monnum. Fyri Føroyar hevur úrtøkan higartil verið tríggir sigrar, ein javnleikur, og eitt tap, og samlaði málmunurin er 8-6, við átta ymiskum málskjúttum.

Dysturin í dag er samstundis tann fyrsti í UEFA Nations League 2026/27 kappingini. Hini bæði londini í bólkinum eru Slovakia og Moldova.

Fyrstu ferð Føroyar og Kasakstan møttust var í 2003, tá kasakar vóru á venjingarlegu í Føroyum. Tveir venjingardystir vóru á skránni, sum báðir endaðu við føroyskum sigri.

Tann fyrri var á Svangaskarði 27. apríl, har Føroyar vunnu 3-2. Málini skoraðu Jákup á Borg, John Petersen og Heðin á Lakjuni. Tveir dagar seinni møttust liðini á Tórsvølli, og eisini ta ferðina fóru Føroyar av vøllinum sum sigursharrar. Úrslitið varð 2-1, og málskjúttar vóru Andrew av Fløtum og Julian Johnsson.

Í undankappingini til HM 2014 komu Føroyar og Kasakstan í sama bólk. Fyrri dysturin varð spældur í Astana, har heimaliðið vann 2-1, eftir Fróði Benjaminsen hevði lagt Føroyar á odda í fyrra hálvleiki.

Tá liðini hittust aftur á Tórsvølli í oktobur 2013, endaði dysturin 1-1. Hallur Hansson stóð fyri føroyska málinum.

Seinasta uppgerðin millum londini var í novembur í fjør, tá Føroyar og Kasakstan møttust í venjingardyst í Pula í Kroatia. Petur Knudsen skoraði einasta máli í dystinum, sum endaði 1-0 til Føroyar.

Atgongumerki fáast í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.