Føroyar skulu spæla røkkstøkk-dystir í mars um at flyta upp í deild B í UEFA Nations League. Mánadagin vann manslandsliðið 1-0 á Moldova við máli sum Áki Samuelsen skoraði tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin

——————

Áki Samuelsen skoraði einsamalla málið, tá A-landsliðið við monnum mánadagin vann ein góðan og uppibornan 1-0 sigur á Moldova.

Sigurin hevur samstundis við sær, at Føroyar enda á øðrum plássi í bólkinum, aftan fyri Slovakia, og skulu spæla røkkstøkk-dystir í mars um at flyta upp í deild B.

Mótstøðuliðið verður eitt av londunum, sum endar á fjórða plássi í einum av bólkunum í deild B. Hvat mótstøðulandið verður, verður avgjørt við lutakasti komandi fríggjadag.

Slovakia vann bólkin við 12 stigum, Føroyar endaðu á øðrum plássi við átta stigum, Moldova fekk sjey stig, og Kasakstan endaði aftast við trimum stigum.

Myndir: Jóhanna Thomsen og Hans Erik Danielsen