Vendsyssel-spælarin hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova. Í staðin hevur Eyðun Klakstein úttikið Ása Dam úr HB
——————
Fyri einari viku síðani kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia á útivølli og Moldova heima.
Millum teir 24 spælararnar á listanum hjá venjaranum var Ari Olsen, ið spælir fyri Vendsyssel FF í Danmark.
Men nú er greitt, at Ari Olsen kortini ikki verður við til komandi UEFA Nations League uppgávur. Ari hevur ein smávegis skaða at dragast við, og hevur tískil givið avboð.
Í staðin hevur Eyðun Klakstein úttikið Ása Dam úr HB.
Landsliðshópurin venur á Tórsvølli seinnapartin í dag og í morgin, báðar dagarnar klokkan 16:00, og mikumorgunin verður kósin sett ímóti Kosice í Slovakia.
Fríggjakvøldið spæla Slovakia og Føroyar á Košická Futbalová Aréna, og mánadagin 16. novembur klokkan 15:00 møtast Moldova og Føroyar á Tórsvølli.
Tað er ókeypis atgongd til dystin ímóti Moldova. Tó er neyðugt at øll skráseta seg fyri einum atgongumerki, sum fáast í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.