Tá manslandsliðið gekk inn á Tórsvøll til dystin móti Kasakstan í heyst, fekk Ólavur Janson Ellingsgaard heiðurin at leiða føroyska liðskiparan, Odmar Færø inn á vøllin

——————

– Tað rørdi okkum at síggja, hvussu nærverandi og fyrikomandi landsliðsspælararnir vóru móti honum. Ja, øll syrgdu fyri, at hann kendi seg sum ein natúrligan part av felagsskapinum. Hetta er fyri okkum foreldur inklusión, tá hon er allarbest.

Soleiðis fortelur Svanna Dam Joensen, mamma Ólavur Janson Ellingsgaard, ið hevur down syndrom. Ólavur var nevniliga millum børnini, ið fingu møguleikan at leiða spælararnar inn á vøllin áðrenn dystin ímóti Kasakstan. Og fyri Ólav var talan um eina heilt serliga uppliving, sum hann fer at minnast leingi.

– Tá man hevur eitt barn við serligum tørvi, merkja slíkar løtur eyka nógv. Tað er nakað heilt serligt at síggja sítt barn fáa upplivingar á jøvnum føti við hini børnini. Vit vóru sjálvandi eitt sindur spent upp á, hvussu hann fór at trívast í støðuni, men tað vísti seg skjótt, at okkara stúran var óneyðug, sigur mamman.

Fótbóltssamband Føroya hevur seinastu árini givið børnum úr føroysku feløgunum møguleikan at leiða landsliðsleikararnar inn á vøllin undan landsdystum. Til dystin móti Kasakstan vóru tað børn úr ÍF og AB, sum fyrimyndarliga loystu uppgávuna.

Foreldrini fylgdu við av áskoðaraplássunum, og umvegis sjónvarpsmyndirnar sóu tey inn í spælaratunnilin, har børnini bíðaðu saman við spælarunum

– Børnini í ÍF kenna hann væl og hava eina serliga umsorgan fyri honum. Eisini starvsfólkini hjá FSF og landsliðsleikararnir tóku sera væl ímóti honum, fortelur Svanna, sum minnist aftur á kvøldið við stórum takksemi.

Stóra løtan livir víðari
Uppgávan hjá børnunum úr ÍF og AB vardi bert í fáar minuttir, men hevði stóran týdning fyri Ólav dagarnar eftir dystin.

Familjan setti seg tí í samband við KvF og FSF fyri at fáa upptøkurnar frá teimum fáu minuttunum, sum vórðu vístir í sjónvarpinum. Síðani hevur upptøkan verið spæld umaftur og umaftur heima hjá Ólavi.

– Hetta var ein fantastisk uppliving fyri Ólav, og vit eru sera takksom fyri, at hon bar til, tí hetta var avgjørt ein av teimum løtunum, har hann upplivdi, at hann eisini hoyrir til á stóra pallinum, sigur Svanna Dam Joensen.

Næsti dystur hjá føroyska manslandsliðnum verður á Tórsvølli mánadagin 16. november klokkan 15:00, tá Moldova kemur á vitjan.

Myndir: Fríða Næs