Sjálvt um kappingarárið hevur verið langt, so er tað allíkavæl hugaligt at venja við landsliðnum í novembur mánað. Tað sigur Odmar Færø, sum nú fyrireikar seg til landsdystirnar ímóti Slovakia og Moldova

——————

Mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova, og týsdagin var fyrsta venjingin á skránni.

Ein av teimum, ið aftur hesaferð myndar føroyska landsliðið, og sum higartil er skrásettur fyri 73 A-landsdystir og tvey mál fyri Føroyar, er Odmar Færø.

Aftaná venjingina hóskvøldið fekk FSF varpið orðið á krútsterka miðverjan, ið millum annað sigur, at sjálvt um vit eru komin út í novembur mánað, so er tað altíð hugaligt at venja við landsliðnum.