Mánadagin 2. novembur klokkan 10:00 verður greitt, hvussu Eyðun Klakstein velur at manna hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Slovakia og Moldova, sum eru á skránni seinni í mánaðinum
——————
Í morgin, mánadagin 2. novembur klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli.
Á tíðindafundinum fer Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova.
Fríggjadagin 13. novembur klokkan 19:45 spæla Slovakia og Føroyar á Kosicka Football Arena, og mánadagin 16. novembur klokkan 15:00 kemur Moldova á vitjan á Tórsvølli.
Undan seinastu umførunum eru slovakar fremstir í bólkinum við 10 stigum, Føroyar og Moldova hava fýra stig í part, og á fjórða plássi er Kasakstan við tveimum stigum.