Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at fyribils verða allir dystir, fyriskipaðir av FSF, spældir uttan áskoðarar

——————

– Vit vilja taka ábyrgd og atlit fyri íkomnu støðuni, og ynskja at vera ein viðspælari í arbeiðinum at steðga smittuspjaðingini. Tað er tískil ein sjálvfylgja, at vit fylgja avmarkingunum, ið myndugleikarnir seta í verk, sigur formaðurin í Kappingarnevndini, Róin Schrøter við heimasíðuna hjá FSF.

Á middegi mikudagin komu boð frá Føroya landsstýri, at orsaka av koronafarsóttini, fóru ymsar avmarkingar at vera settar í verk beinanvegin. Og millum annað bleiv nevnt, at ítróttardystir kunnu avgreiðast, men at hetta eigur at verða gjørt uttan áskoðarar.

Hetta merkir, at allir dystir, fyriskipaðir av Fótbóltssambandi Føroya, sum eru á skránni frá mikudegnum 3. november, og næstu tíggju dagarnar, til og við fríggjadagin 12. november, skulu spælast uttan áskoðarar.

Dagførd koronavegleiðing hjá FSF til fótbóltsvenjingar og fótbóltsdystir sæst H E R (PDF)