Javnan verða spurningar reistir, ið eru viðkomandi fyri lógarverkið hjá FSF, og mangan er talan um afturvendandi spurningar. Teir flestu, við svarum, eru nú savnaðir á einum stað á FSF.fo

——————

Hvar søkir man um undantaksloyvi, og hava gentur loyvið at spæla við í dreingjakappingunum?

Ella hvat merkir tað, at hægsta deildin roknast at hava spælt fyrst, og eru serlig krøv til sáttmálan, um spælarar eru yngri enn 18 ár?

Hesir spurningar, umframt nógvir aðrir, ið eru viðkomandi fyri tær lógir og reglur, sum FSF og feløgini virka undir, verða javnan settir umsitingini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Og sum tíðin er liðin, eru nakrir afturvendandi spurningar.

Hesir spurningar eru nú savnaðir í einum teigi, sum á heimasíðuni verður nevndur “Ofta settir spurningar…?”. Og eftir besta førimuni verður roynt at koma við skjótum og greiðum svarum.

Endamálið við teiginum er at geva samskiparum, venjarum, spælarum, dómarum, foreldrum og øðrum, eina tænastu, ið vónandi kann gera tað lættari at fáa svar upp á nakrar viðkomandi spurningar, tá ivamál stinga seg upp.

“Ofta settir spurningar” finnast H E R