Í alt 18 samskiparar og nevndarlimir tók lut á skeiðnum innan fótbóltsfyrisiting. Skeiðið eydnaðist væl, og verður væntandi fastur partur av virkseminum hjá FSF
——————
– Sum samskipari í einum fótbóltsfelag, eru rættuliga nógv viðurskifti, sum ein skal seta seg inn í. Hetta skeiðið var áhugavert og læruríkt. Tað var væl fyriskipað, evnini vóru aktuel, og tey, sum løgdu fram, dugdu væl, og eg haldi at vit øll fingu nógv burtur úr, sigur samskiparin hjá KÍ, Hans Jacob Heinesen við heimasíðuna hjá FSF.
Fyrisitingarligu uppgávurnar í feløgunum eru nógvar, og í tí sambandi hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri skeiðið, ið varð nevnt “Fótbóltsfyrisiting”. Á skeiðnum hevur serligur dentur verið lagdur á tær uppgávur, ið samskiparar og nevndarlimir hava.
Skeiðið var skipað í trimum pørtum, og tók níggju tímar tilsamans. Í alt 18 samskiparar og nevndarlimur luttóku, og fingu tey øll útflýggjað luttøkuskjal, tá skeiðið endaði.
– Endamálið var at geva samskiparum, nevndarlimum og øðrum áhugaðum innlit í reglugerðir og mannagongdir, sum eru viðkomandi fyri virksemið í feløgunum. Eg haldi at tað eydnaðist væl, og vónandi kann hetta skeiðið blíva ein fastur partur av virkseminum hjá FSF, sigur Andrass Thomsen, samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Næsta skeið innan fyrisiting verður mikudagin 18. mai. Tá er evnið Marknaðarførðing á sosialum miðlum. Skeiðshaldari verður Jákup Brúsá. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til Andrass Thomsen, [email protected] innan mikudagin 11. mai. Nærri kunning um skeiðið sæst HER
Myndir: Bjarni Enghamar