Jákup Biskopstø er við aftur, og byrjar á miðvøllinum saman við Géza Dávid Turi, Áka Samuelsen og Hanusi Sørensen. Fyrsta spark á Kosice Futbalova Arena í Slovakia verður klokkan 19:45

——————

Ein stór uppgáva bíðar føroyska manslandsliðnum, sum í kvøld klokkan 19:45 møtir Slovakia á útivølli. Slovakar eru fremst í bólkinum við tíggju stigum, og eru í løtuni nummar 45 á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA.

Men okkara menn eru eisini væl fyri og til reiðar at stríðast fyri Merkið og føroysku tjóðina. Hópurin kom til Kosice seint seinnapartin mikudagin, og síðani hava tvær góðar venjingar verið á skránni.

Í Kosice er kalt og váttligt, men umstøðurnar annars eru góðar. Leikvøllurin er eitt moderna stadion, við pláss fyri umleið 12.500 áskoðarum, og sambært fyriskiparunum verður fullsett til dystin í kvøld.

Liðið, ið venjararnir senda á vøllin frá byrjan, sær soleiðis út: Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari.

Á føroyska miðvøllinum vera Áki Samuelsen, Géza Dávid Turi, Jákup Biskopstø og Hanus Sørensen, og fremsti maður verður toppskjúttin í MeistaraDeildini, Petur Knudsen.

Eykamenn eru Bárður á Reynatrøð, Ari í Haraldstovu Petersen, Jann Julin Benjaminsen, Arnbjørn Svensson, Samuel Chukwudi, Ási Dam, Jóannes Bjartalíð, Meinhard Egilsson Olsen, Mattias Hellisdal, Poul Kallsberg, Adrian Justinussen og Aron Benjaminsen.

FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum, sum eisini sæst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Avspark er klokkan 19:45.