Tað stendur nógv upp á spæla hjá bæði Føroyum og Moldova undan dystinum á Tórsvølli í morgin. Eyðun Klakstein sigur í samrøðu við FSF Varpið, at hann er fegin um, at avgerandi dysturin skal spælast á heimavølli

——————

Slovakia hevur vunnið bólkin, men so er stóri spurningurin, hvør verður nummar tvey og harvið fær rættin at spæla um uppflyting til deild B í næstu UEFA Nations League kapping.

Undan dystinum á Tórsvølli í morgin eru moldovar á øðrum plássi við sjey stigum, meðan Føroyar hava fimm stig. Tí er ein sigur eitt krav, um Eyðun Klakstein og hansara menn skulu yvirhála Moldova.

Áðrenn síðstu venjingina undan stóra brakinum ímóti Moldova fekk FSF Varpið orðið á landsliðsvenjaran. Hann fegnast um møguleikan at spæla ein so týdningarmiklan dyst á heimavølli, og ikki minst um stóra áhugan. Venjarin ivast heldur ikki í, at stuðulin frá áskoðarunum fer at gera mun.