Håkan Ericson hevur úttikið Hannes Agnarsson, Hera Hjalt Mohr, Meinhard Egilsson Olsen og Bjarna Petersen til landsdystirnar móti Danmark og Ísrael
——————
Koronafarsóttin hevur av álvara gjørt um seg í A-landsliðshópinum hjá monnum, sum Håkan Ericson kunngjørdi á tíðindafundi í FSF-húsinum farna mánadag.
Síðan úttøkuna hava tveir spælarar fingið staðfest smittuna, og hava tískil givið avboð til HM-undankappingardystirnar móti Danmark og Ísrael.
Harafturat hevur Ári Mohr Jónsson eisini givið avboð. Ári er so mikið skaddur, at hann sær seg ikki føran fyri at vera tøkur til landsliðsfótbólt í næstum.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Hannesi Agnarsson og Bjarna Petersen úr B36, Hera Hjalt Mohr úr HB og Meinhard Egilsson Olsen, sum spælir fyri Bryne FK í Noregi, so hópurin nú telur 24 spælarar.
Fríggjadagin 12. november klokkan 20:45 lokala tíð, spæla Danmark og Føroyar í Parkini í Keypmannahavn, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 15. november klokkan 21:45 lokala tíð er útidysturin móti Ísrael á skránni á Nethanya Stadion í Tel Aviv.
Hópurin
 Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
 Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
 Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
 Odmar Færø, KÍ Klaksvík
 Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
 Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
 Hørður Askham, HB Tórshavn
 Hari Hjalt Mohr, HB Tórshavn
 Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
 Bjarni Petersen, B36 Tórshavn
 René Shaki Joensen, HB Tórshavn
 Bartal Wardum, HB Tórshavn
 Heðin Hansen, HB Tórshavn
 Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
 Sølvi Vatnhamar, Víkingur
 Gunnar Vatnhamar, Víkingur
 Tróndur Jensen, NSÍ Runavík
 Hallur Hansson, Vejle BK (Danmark)
 Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
 Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
 Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
 Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
 Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
 Meinhard Egilsson Olsen, Bryne FK (Noreg)




