Aron Benjaminsen verður partur av A-landsliðshópinum til UEFA Nations League-dystirnar móti Moldova, Slovakia og Kasakstan

——————

18 ára gamli vongurin, sum av álvara gjørdi vart við seg í gjárkvøldið, tá U21-landsliðið vann 2-1 á útivølli ímóti Estlandi, verður við, tá manslandsliðið í kvøld setir kós ímóti Moldova.

Landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, boðaði á tíðindafundi fyrr í mánaðinum frá, at møguleiki var fyri, at ein spælari afturat fór at leggjast aftur at hópinum til komandi dystirnar.

Nú er greitt, at Aron Benjaminsen verður við á ferðini til Moldova, og somuleiðis verður partur av landsliðshópinum til heimadystin móti Slovakia 2. oktobur og útidystin móti Kasakstan 6. oktobur.

Les eisini: Sukursøtur sigur í Estlandi