Tað endaði 1-1 millum Føroyar og Kasakstan á Tórsvølli leygardagin. Føroyski málskjúttin var Áki Samuelsen, sum legði Føroyar á odda tá fjúrtan minuttir vóru spældir

——————

Søgan hevur tað við at endurtaka seg, og soleiðis var eisini leygardagin, tá Føroyar og Kasakstan møttust á Tórsvølli. Tí júst sum fyri trettan árum síðani, so gjørdist úrslitið aftur hesaferð javnleikur 1-1.

Føroyar komu á odda tá eitt lítið korter var spælt. Eftir sera gott spæl í vinstru síðu endaði bólturin fyri føturnar á Áka Samuelsen, og við einum góðum og hørðum skoti smekkaði hann bóltin upp í málhornið.

Kasakstan svaraði aftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki og fekk javnað til 1-1 við máli sum Temirlan Erlanov skoraði.

Sum heild hevði føroyska liðið yvirvág í spæli og kjansum, men í avgerandi løtum var neyðuga hepni ikki við okkara monnum.

Tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla setti Eyðun Klakstein Mattias Hellisdal á vøllin, ið harvið fekk sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum.

Aftaná dystin føroyski varð málskjúttin, Áki Samuelsen kosin til dagsins spælara á sona appini.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Slovakia 2-0 á heimavølli ímóti Moldova.

Týsdagin er annað umfar í bólkinum á skránni. Tá møtast Moldova og Føroyar, og Slovakia og Kasakstan.

Myndir: Jóhanna Thomsen og Hans Erik Danielsen