Fyri Jóannes Bjartalíð verður dysturin leygardagin ímóti Kasakstan nakað heilt serligt. Jóannes spælir nevniliga fótbólt í fjarskotna landinum, sum fyri sættu ferð skal møta Føroyum í A-landsliðshøpi við monnum

——————

Eyðun Klakstein og hansara menn leggja í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin móti Kasakstan.

Fyri ein av føroysku spælarunum verður landsdysturin leygardagin nakað heilt serligt. Seinasta árið hevur Jóannes Bjartalíð nevniliga spælt fyri kasakiska felagið, FC Kyzylzhar.

Aftaná venjingina hósdagin fekk FSF varpið orðið á klaksvíkingin, sum er sera fegin um at vera aftur í Føroyum og saman við landsliðnum.