Sum partur av norðurlendska dómarasamstarvinum, var norskur dómari til dystin í Betri Deildini hjá kvinnum millum EBS/Skála og 07 Vestur

——————

Tá ið EBS/Skála og 07 Vestur spældu dyst í Betri Deildini hjá kvinnum seinasta leygardag, vóru dómari og hjálpardómari úr Noregi komnir til Føroya at døma. Talan var um 25 ára gomlu Marit Skurdal, ið var dómari, og 23 ára gomlu Niloo Kafili, ið var hjálpardómari. Afturat sær høvdu tær Heina Viðoy, ið eisini var hjálpardómari.

Tað var tilætlað, at tað ikki var ein heil dómaratrio á vitjan. Tí soleiðis verður nevniliga neyðugt at blanda dómarar úr báðum londunum, og á tann hátt kunnu dómarar og hjálpardómarar fáa íblástur og innilit í ymisk viðurskifti hjá hvørjum øðrum.

Fótbóltssamband Føroya hevur í fleiri ár samstarva við norðurlendsku fótbóltssambondini um eina skipan, har dómarar ferðast millum londini og døma dystir, og er hetta partur av hesari skipan.

Marit og Niloo hava síðani í ávikavist 2013 og 2015 verið partur av norska dómaraskúlanum, har tær hava verið í nøkur ár, og so hava tær eisini luttikið í samlingum og tiltøkum, sum hava verið í samband við dystir. Nú eru tær báðar tað sum kallast NFF toppdómarar.

Norsku dómararnir lótu væl at vitjanini í Føroyum, og halda, at skipanin ímillum norðurlendsku londini er ein góður møguleiki fyri dómararnar at sleppa at royna seg uttanlands.

Lassin Isaksen, dómaraleiðari í FSF greiðir frá, at í Føroyum hava vit tíverri ongar virknar kvinnuligar dómarar í løtuni, og tískil fáa vit ikki sent kvinnur til Noregs at døma. Men vónandi kann hetta kveikja um áhugan hjá føroyskum kvinnum at gerast fótbóltsdómarar, so hetta kann gerast møguligt í framtíðini.

Myndir: Bjarni Enghamar