FSF søkir í hesum døgum eftir fólki, ið kann standa á odda fyri sosialari- og umhvørvis burðardygd, føroyskum fótbólti at frama
Men hvat inniber nýggja starvið, ið Fótbóltssamband Føroya hevur lýst leyst, og hvørji krøv setir hetta til starvsfólkið, FSF, feløgini og onnur, ið varða av føroyskum fótbólti.
Kristin Dam Ziska er aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, og í samrøðu við FSF Varpið setir hann orð á hesar og aðrar spurningar um nýggja starvið innan sosiala- og umhvørvis burðardygd.
Meira kunning um nýggja starvið innan sosiala- og umhvørvis burðardygd, og hvussu ein søkir, kann lesast HER. Freistin at søkja er mánadagin 20. januar 2025.