Starv innan sosiala- og umhvørvisburðardygd
Brennur tú fyri burðardygd og at ganga á odda við at tryggja fótbóltinum eina grønari framtíð? Og kundi tú hugsa tær at virka fyri, at yvir 7.000 føroyingar hava eitt sunt og trygt sosialt umhvørvi í fótbóltinum? So hava vit eitt spennandi starv til tín í Fótbóltssambandi Føroya.
Ein týdningarmikil samfelagsuppgáva, ið gevur meining
Fótbóltur er vorðin ein kjarnupartur av samfelagnum, og nýliga setti evropeiska fótbóltssamgongan (UEFA) eina Social & Environmental Sustainability (SES) deild á stovn. Somuleiðis varð strategi innan burðardygd nevnd ‘Strength Through Unity’ løgd fram.
Týðandi partur av nýggju strategiini er at menna fótbóltssambondini í Evropa innan sosiala- og umhvørvisburðardygd. Eitt ítøkiligt mál er, at øll limalondini hava sokallaðan SES manager, sum skal tryggja, at fótbóltssambandið gongur á odda á hesum øki.
Tilvit um samfelags- og umhvørvisavbjóðingar gerast soleiðis alt meira týdningarmikil fyri Fótbóltssambandið, og vit ásanna, at tað er okkara ábyrgd at tryggja fótbóltinum langtíðarhaldføri.
Tískil sjósettu vit í fjør www.trygguritrottur.fo saman við ÍSF, ið millum annað setur fokus á, at fótbóltsumhvørvið skal vera sunt og trygt fyri bæði børn og vaksin.
Um starvið
Vit bjóða tær eitt starv í einum toymi, ið hevur sum aðalmál at menna góð fótbóltstilboð og umhvørvir til øll. Umframt SES, tekur toymið sær av grassrootsvirksemi og kvinnufótbólti.
Sum SES starvsfólk, fært tú ábyrgdina av sosialari og umvørvisburðardygd hjá FSF, og at lýsa tey góðu árin, ið fótbóltur hevur fyri bæði samfelag, heilsu og vælveru hjá tí einstaka. Tú sleppur at standa á odda fyri SROI kanningum, umhvørvisrapporteringum og at tryggja, at vit eru ábyrgdarfull og hugsa um umhvørvið í bæði dagligdegnum og til tey tiltøk, sum vit skipa fyri.
Starvið er í høvuðsheitum í vanligari skrivstovutíð, men er merkt av skiftandi arbeiðstrýsti og krevur til tíðir kvøld- og vikuskiftisarbeiði.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú…
– hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstøði
– ert álítandi
– gongur á odda og megnar at fáa fólk við tær
– dugir at síggja nýggjar samstarvsmøguleikar fyri FSF
– megnar at umseta hugskot og visiónir til ítøkilig átøk
– hevur áhuga fyri og innlit í føroyskan ítrótt
– hevur verkætlanarroyndir og skipaða tilgongd til arbeiði
– dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum og enskum
Um FSF
FSF er fótbóltsins samband og okkara aðalmál er, at fótbóltur er fyri øll – Alt árið – Alt lívið. Vit arbeiða við nærlagni og eldhuga fyri, at tað skal vera lætt hjá øllum at spæla fótbólt – uttan mun til kyn, aldur ella førleikar. Á henda hátt verður tryggjað, at vit bæði virka fyri teimum góðu úrslitunum, samstundis sum vit við røttum ítróttaranda fremja rørslu og fólkaheilsu við sannføring um, at fótbóltur borgar fyri gleði, trivnaði og felagsskapi.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, og vit ynskja, at tú byrjar seinast 1. mars. Ynskir starvsfólkið lægri starvsbrøk, er hetta eisini møguligt.
Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.
Soleiðis søkir tú
Ynskir tú at vera við á liðnum, send so umsókn við prógvum, viðmælum og lívsrensli til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 20. januar 2025.
Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Andras Kjartansson Thomassen, [email protected] ella tel. +298 291959.