Løgmanssteypið 2026 (kvinnur)

Sjálvt um KÍ hevur vunnið seinastu tveir dystirnar í landskappingini – annan greitt – so hevur Julia Naomi Mortensen úr HB góðar vónir undan finaluni um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 18:30.

– Men vit skulu arbeiða hart, samstundis sum vit skulu fáa betri stýr á verjupartinum, sigur Julia Naomi Mortensen millum annað í samrøðu við FSF varpið.

Atgongumerki til steypafinaluna hjá kvinnum fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.