Mánakvøldið vandi føroyska manslandsliðið á Astana Arena, har dysturin móti Kasakstan verður í morgin, týsdagin klokkan 15:00. Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á venjaran, Eyðun Klakstein

——————

Eyðun Klakstein og hansara menn leggja í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til fjórða og seinasta dystin í hesum UEFA Nations League-umfarinum, sum er á útivølli ímóti Kasakstan.

Mánadagin vandi føroyski hópurin á Astana Arena, ið er ein innandura fótbóltshøll við graslíki. Leikvøllurin varð bygdur í 2009 og hevur pláss fyri umleið 30.000 áskoðarum.

Áðrenn venjingina fekk FSF varpið orðið á venjaran, Eyðun Klakstein, sum miðar eftir trimum stigum til Føroyar.