Sunnudagin vandi føroyska kvinnulandsliðið í La Massana í Andorra, mánadagin klokkan 16:00 verður seinni venjingardysturin móti Andorra á Estadi Nacional. Eftir venjingina fekk FSF Varpið orðið á ein part av venjaratoyminum


A-landsliðið við kvinnum er í Andorra á venjingarlegu, áðrenn fráferð vóru tær eisini saman til tríggjar venjingar í Føroyum.

Føroysku kvinnurnar hava spælt ein dyst ímóti Andorra, úrslitið á tí dystinum gjørdist ein 5-0 sigur til Føroyar. Sunnudagin vandi føroyska liðið fyri seinastu ferð í hesari samlingini, og mánadagin er seinni dysturin ímóti Andorra á skránni.

FSF varpið fekk orðið á hjálparvenjaran, málverjuvenjaran og fysiskavenjaran eftir venjingina sunnudagin.