Atkoma til koyristólar á dystardegi

Til ber at koyra til dyrnar á eystursíðuni, har tað eisini er upplýst P-øki til rørslutarnað. Tó er neyðugt at hava góðkent parkaringskort fyri persónar við avlami. Er ivamál viðvíkjandi hesum, ber til at seta seg í samband við FSF

Á eystursíðuni verða inngongdirnar B og C nýttar, og eru trý vesi til rørslutarnað tøk á hesi hæddini.

Til ávísar dystir, har krøvini eru herd, verður víst til parkering við suðurendan, har tað í slíkum førum er upplýst P-øki til rørslutarnað. Lyfta er í bygninginum upp til inngongd B og C.

Vitjandi, sum hava atgongmerki til VIP økið, brúka inngongd J, har lyfta eisini er tøk, umframt vesi til rørslutarnað.

Atgongumerki fáast til keyps við at venda sær til [email protected] ella við at ringja á tel. 35 19 79. Fylgari hjá koyristólsbrúkara fær ókeypis atgongumerki.

Ivamál og spurningar kunnu altíð stílast til [email protected] ella við at ringja 35 19 79, mánadag til fríggjadag frá klokkan 09:00 til 15:00.